- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lági oljuprísurin dýrur fyri vinnuna
151 skip í norsku frálandavinnuni liggja nú við kaj, tí teyr hava einki at gera. Talan er um ein fjórðapart av samlaðu skipunum í frálandavinnuni.
Tað upplýsir norski eksportbankin fyri Aftenposten. Bankin finst samstundis hvassliga at vinnuni fyri ikki at samstarva í nóg stóran mun.
Lági oljuprísurin kostar
Orsøkin til støðuna er lági prísurin á olju. Tað ger, at 151 av teimum 630 skipunum í norsku frálandavinnuni einki hava at gera.
Hóast tekin eru um, at oljuprísurin fer at hækka nakað, so er langt á mál hjá skipunum, tí virksemið í oljuvinnuni er minkað sera nógv.
Seinastu 10 árini er norska frálandavinnan vaksin sera nógv, og tí er skuldin í vinnuni sera høg. Einstøk feløg skylda upp í 20 milliardir krónur, skrivar Aftenposten.
Døpur útlit fyri 2017
Tí verður hildið fyri vist, at gongdin ikki verður stórt øðrvísi í 2017, og at loysnir mugu finnast fyri fleiri av feløgunum.
Seinastu tíðina hava nøkur feløg funnið loysnir við at gera avtalur við lánistovnarnar, samstundis sum partapeningurin er hækkaður.
Men feløgini áttu í nógv størri mun sjálvi roynt at funnið loysnir, sigur stjórin í Eksportbankanum, Wenche Nistad, við blaðið.