- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirtaka helst næmingaheim
Arbeitt verður við ætlan um, at Bústaðir skulu yvirtaka Næmingaheimið undir Fjalli eftir áheitan frá nevndini, sum eru er sjálvsognarstovnur.
Nevndin fyri heimið hevur tikið hetta stigið, tí fíggjarstøðan er so vánalig. Bygningurin krevur stórar ábøtur, og peningur er ikki til viðlíkahald.
Nevndin fyri Næmingaheimið í Berjabrekku í Havn hevur eisini heitt á Bústaðir um at yvirtaka hetta næmingaheimið.
Arbeiðið ikki byrjað enn
Støðan í Berjabrekku er tann sama sum á heiminum undir Fjalli - vánalig fíggjarviðurskifti og eingir pengar til viðlíkahald.
Arbeiðið, at yvirtaka Næmingaheimið í Berjabrekku er ikki byrjað enn, sigur Mentamálaráðið.
Í løtuni byggja Bústaðir lestraríbúðir í fyrrverandi Kommunuskúlanum í Havn, men í løtuni eru ongar ítøkiligar ætlanir um at byggja aðrar lestraríbúðir ella næmingaheim.