Viðgera framtíðarútlit á fundi í Føroyum

Viðgera framtíðarútlit á fundi í Føroyum
Møguligur fiskiskapur í altjóða sjógvi í Íshavinum í framtíðini, tá ísurin minkar ella hvørvur heilt, er til viðgerðar í Føroyum
Samráðingarfólk úr nógvum londum eru í Føroyum í hesum døgum. Hetta er fjórða umfarið í samráðingunum, ið skulu forða fyri óskipaðum fiskiskapi í Íshavinum
 
01.12.2016 - 10:17

Samráðingarfólk úr nógvum londum eru í Føroyum í hesum døgum. Hetta er fjórða umfarið í samráðingunum, ið skulu forða fyri óskipaðum fiskiskapi í Íshavinum.

Føroyar og Grønland eru í felags sendinevnd. Onnur lond eru Kanada. Noreg, Russland og USA, sum eru strandarlond í hesum sambandinum.

Harumframt eru ES, Ísland, Japan, Kina og Suðurkorea, sum eru tey fáu londini í heiminum, sum hava hegni og reiðskap til at fara undir fiskiskap í Íshavinum, tá umstøðurnar væntandi eina ferð fara at loyva tí.

Fundurin í Føroyum byrjaði týsdagin og endar í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Hósdag 1. mai
RagnarRokk:Jerry Prütz um Manifesto
190922
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117