Stúra fyri demensætlanini

Stúra fyri demensætlanini
Alzheimerfelagið stúrir fyri, at demensætlanin fer fyri bakka, nú oyrkamerkta játtanin er flutt í stórapott hjá Landssjúkrahúsinum
Alzheimerfelagið stúrir fyri demensætlanini, nú játtanin er flutt til Landssjúkrahúsið
 
01.12.2016 - 11:28

Malan Mohr, forkvinna í Alzheimerfelagnum hevur sent Løgtinginum bræv, har hon sigur, at tey í felagnum gjørdust bæði kløkk og hørm.

Tey vórðu kløkk, tá tey sóu, at null krónur standa á kontuni fyri næsta ár, tí tær 250.000 krónurnar eru fluttar á høvuðskontuna hjá Landssjúkrahúsinum.

Afturstig fyri sjúklingarnar

- Hetta meta vit at vera afturstig fyri demensøkið, skrivar felagið og biður um at fáa peningin fluttan aftur á kontuna hjá demensætlanini.

Alzheimerfelagið sigur harafturat, at munandi meira peningur má játtast enn tær 250.000 krónurnar, tí ein demenssamskipari er settur í starv, sum felagið sigur er ein byrjan, men tó ikki nóg mikið.

- At peningurin nú er á høvuðskontuni hjá Landssjúkrahúsinum gevur onga vissu fyri, at demensøkið fær ta játtan, tørvur er á, skrivar Alzheimerfelagið til Løgtingsins Fíggjarnevnd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946