Gera vart við mannagongd

Gera vart við mannagongd
Tey, sum umsita almennar pengar, eiga ikki sjálvi at áseta sær samsýningar, at játta sær sjálvum pengar, siga Landsgrannskoðararnir
Løgtingsgrannskoðararnir hava spurt landsstýrismannin, um hann veit, at stýrið í Búnaðargrunninum hevur hækkað sína egnu samsýning
Mynd: bg.fo  
 
01.12.2016 - 16:20

Ein hægri myndugleiki eigur altíð at góðkenna millum annað nevndarsamsýningar. Tað siga løgtingsgrannskoðararnir um roknskapin hjá Búnaðargrunninum.

Løgtingsgrannskoðararnir hava spurt landsstýrismannin, um hann veit, at stýrið í grunninum hevur hækkað sína egnu samsýning, og um stýrið eisini eigur at fáa fundarpengar.

Løgtingsgrannskoðararnir spurdu eisini, hvørja heimild stýrið hevur at áseta sær sjálvum løn og samsýningar.

Stýrið hevur heimild

Landsstýrismaðurin svarar, at stýrið fyri Búnaðargrunnin er, eins og nevndin í einum partafelag, ovasta dagliga leiðsla grunsins.

Stýrið hevur tí heimild til at áseta tær treytir, stýrið virkar undir, herundir sína egnu samsýning. Stýrislimirnir fáa ikki fundarpengar umframt samsýningina.

Bústaðir og Realurin eru í somu støðu, og er samsýningin til stýrislimirnar í Búnaðargrunninum lutfalsliga lágt samanborið við hesar báðar, sigur landsstýrismaðurin.

Løgtingsgrannskoðararnir halda tó framvegis, at tað er skeivt, at tey, sum umsita almennar pengar, kunnu játta til sín sjálvs. Tí eigur hægri myndugleika at góðkenna samsýningar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117