Nýggj avtala undirskrivað

Nýggj avtala undirskrivað
Bara smávegis broytingar eru gjørdar í fiskiveiðiavtaluni, sum Føroyar og Grønland hava skrivað undir fyri 2017
Føroyar og Russland hava skrivað undir fiskiveiðiavtalu fyri 2017
 
30.11.2016 - 10:45

Føroyska toskakvotan í russiskum sjógvi lækkar 170 tons, og hýsukvotan lækkar 200 tons. Allar aðrar kvotur verða óbroyttar í 2017.

Orsøkin til broytingarnar er, at heildarkvotan av toski og hýsu í Barentshavinum lækkar í 2017. Tað hevur eisini ávirkan á føroysku kvotuna, skrivar Fiskimálaráðið.

Russar fáa part í svartkjaftakvotu

Avtalan ber í sær, at Føroyar fáa 19.330 tons av toski og 1.800 tons av hýsu í russiskum sjógvi í 2017 umframt 900 tons av flatfiski og 5.000 tons av rækjum.

Russland fær 81.000 tons av svartkjafti og 14.500 tons av makreli í føroyskum sjógvi í 2017 umframt hjáveiðu av í mesta lagi 10.000 tons av sild.

Russland sleppur at fiska part av svartkjaftakvotuni, sum Russland fær tillutað í altjóða sjógvi gjøgnum NEAFC, í føroyskum sjógvi í 2017, sigur Fiskimálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Hósdag 1. mai
RagnarRokk:Jerry Prütz um Manifesto
190922
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117