- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki eitt norðurlendskt mál
Føroyski luturin í politiska samstarvinum í Norðurlondum verður neyvan sjálvstøðugur í hesum umfarinum heldur.
Limaskapurin er eitt mál hjá Danmark og Føroyum, sigur formansskapurin í Norðurlandaráðnum.
SÍ EISINI Limaskapurin er í stríð við grundlógina
Danmark hevur longu á ráðharrastig lovað at koma Føroyum longur á leið í samstarvinum. Men danska grundlógin er markið.
Fullgildi føroyski limaskapurin í Norðurlandaráðnum er í fyrsta umfari ein spurningur, sum Danmark og Føroyar noyðast at viðgera.
Tað var niðurstøðan, tá formansskapurin hjá Norðurlandaráðnum hevði fund í Keflavík í Íslandi mánadagin.
Ósemja um føroyska limaskapin
Føroyar søktu fyrr í ár um fullgildan limaskap bæði í Norðurlandaráðnum og í Norðurlendska ráðharraráðnum.
Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir viðgjørdu umsóknina tann 1. november. Har var ikki semja um geva Føroyum fullgildan limaskap.
Tá lovaði Danmark kortini at koma við einum uppskoti, sum skal geva Føroyum størri lut í norðurlendska samstarvinum.
SÍ EISINI Eingin tíðarætlan fyri limaskapi
Arbeitt verður víðari við danska lyftinum, upplýsti forsetin í Norðurlandaráðnum, danin Henrik Dam Kristensen, á fundinum í Keflavík mánadagin. Hann segði seg gleða seg til uppskotið hjá donsku stjórnini.
Danska stjórnin stuðlar sjálvstýrandi økjunum, Føroyum, Grønlandi og Álandi, sum vilja hava størri lut í norðurlendska samstarvinum, segði Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Keypmannahavn fyri einum mánað síðani
Stuðulin røkkur so langt, tað ber til politiskt og løgfrøðiliga, og so leingi tað er innan fyri rammurnar hjá donsku grundlógini, tá ræður um Føroyar og Grønland.
Ivast í Norðurlandaráðnum
Ruth Vang, løgtingskvinna, sum sjálv onnur umboðar Løgtingið í Norðurlandaráðnum, segði eftir fundin í Keflavík, at henni dámar einki støðuna hjá formansskapinum.
Føroyingar meta seg ikki at vera sjálvstýrandi øki. Vit eru eitt fólk, ein tjóð, segði hon sambært heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum.
- Eg veit ikki, hvat vit gera í Norðurlandaráðnum, um hetta er tað, sum ráðið heldur um Føroyar, segði Ruth Vang.