Tunnilsverkætlanir umhvørvisgóðkendar

Tunnilsverkætlanir umhvørvisgóðkendar
Verkætlaninar, at gera teir báðar undirsjóvartunlarnar, hava fingið umhvørvisgóðkenning. Umhvørvið skal ávirkast minst gjørligt.
Eysturoyartunnilin hevur fingið umhvørvisgóðkenning til verkætlanina, at gera tunnilin, sigur Umhvørvisstovan
 
29.11.2016 - 08:54

Góðkenningin fevnir um arbeiðið hjá P/f Eysturoyar- og Sandoyartunlum at gera Eysturoyartunnilin og alt viðkomandi virksemi, sum fer fram á økjum hjá tunlinum og eisini møgulig avskipingarøki, so leingi byggiarbeiðið varir.

Í málsviðgerðini er serligur dentur lagdur á, at virksemið verður lagt soleiðis til rættis, at umhvørvið verður ávirkað minst møguligt við at avmarka ampar av óljóði og ristingum so nógv sum gjørligt.

Dentur verður eisini lagdur á at avmarka útlát av dálkandi evnum og evju við spillvatni og av dusti. Tunnilin verður 11,3 kilometrar langur. Roknað verður við at spreingja 1,3 milliónir rúmmetrar í føstum tilfari úr tunlinum.

Kærufreistin er 27. desember

Tunnilsop við Skálafjørðin verða á Strondum, niðanfyri býlingin í Selvindi og norðantil á Saltnesi. Í Suðurstreymoy verður tunnilsop við Rossagil norðan fyri Hvítanes.

Tey, ið hava kærurætt, og tað eru tey, sum avgerðin hevur serstakan, beinleiðis og persónligan týdning fyri, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýrskvinnuna í umhvørvismálum.

Evsta mark, at kæra umhvørvisgóðkenningina, er týsdagin 27. desember 2016, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðuni, us.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Hósdag 1. mai
RagnarRokk:Jerry Prütz um Manifesto
190922
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117