- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lagnan hjá felagnum avgerast

Seinnapartin klokkan 14 gongur freistin út hjá Havila Shipping. Um leiðslan í fyritøkuni ikki er vorðin samd við nakrar minnilutaeigarar, ið sita í skuld í felagnum, verður Havila sent í skiftirættin.
Havila Shipping hevur í langa tíð stríðst fyri at yvirliva fíggjarliga. 9. november kunngjørdi Havila triðju roynd sína at bjarga felagnum, skrivar oljan.fo
Men sum við teimum báðum fyrru uppskotunum manglar bara játtandi svar frá fra minnilutaeigarunum, fyri at hendan avtalan kann undirskrivast.
SÍ EISINI Starvsfólkini bíða framvegis eftir svari
Leiðslan fær ikki minnilutaeigararnar við sær, tí teir eru misnøgdir við, hvussu avtalan er sett saman, og hvussu felagið skal myndast um hendan avtalan verður grundarlag fyri rakstrinum frameftir.
Minnilutaeigararir sita við meir en neyðuga triðinginum av partabrøvunum fyri at kunna steðga ætlanini hja Havila-leiðsluni. Og á triðja sinni steðgaðu minnilutaeigararnir í farnu viku uppskotinum.
Njål Sævik, stjóri í Havila Shipping, segði við Sysla.no í farnu viku, at um minnilutaeigararnir ikki gótaka hesa avtaluna, verður Havila sent í skiftirættin í dag klokkan 14.
SÍ EISINI Lagnudagur hjá høvuðspartaeigara
Sum skilst hevur Havila-leiðslan eina B-ætlan, men hesa vil hon ikki vísa fram fyri partabrævaeigarunum, fyrr enn eingin annar útvegur er.
Sævik-familjan, sum eigur meir enn 50 prosent í Havila Shipping, hevur eisini áhugamal í føroysku frálandavinnuni, gjøgnum felagið Skansi.
Trupulleikarnir í Havila ikki ávirka felagið, Skansi, hevur higartil verið sagt. Spurningurin er tó, hvussu ein húsagangur í Havila kemur at merkja fíggjarligu møguleikarnar hjá Sævik-familjuni.