- Tíðindi, mentan og ítróttur
Her tekur smádrongur øll kirkjufólkini á bóli
Einki minni enn fantastiskt!
Orðini tróta ikki eftir gudstænastuna í Vesturkirkjuni sunnudagin. Til samans hava meira enn 20.000 fólk sæð eina upptøku á Facebook.
Sí upptøkuna niðanfyri
Kirkjufólkini í Vesturkirkjuni í Havn fingu í gjár eina heilt serliga uppliving, tey sjálvdan fáa, og sum tey helst eisini seint fara at gloyma.
Organisturin, Leif Hansen, læt sessin til ein bara 10 ára gamlan drong, ið takkaði fyri álitið og spældi ein part av verkinum, Toccata, hjá J.S. Bach.
Video: 10 ára gamal spælir Bach í Vesturkirkjuni
Helge M. Greve, sum drongurin í upptøkuni oman fyri eitur, hevur tað kortini ikki frá fremmandum, at spæla upp á kirkjuorgul.
Hann er fjórða ættarlið í familjuni, sum spælir orgul. Abbi dreingin hevur spælt orgul í 50 ár, og pápin, Leif Hansen, er virkin í tónleiki.