Útflutningurin minkaður nógv

Útflutningurin minkaður nógv
Føroyar útfluttu til 1. oktober í ár ein fjórðing minni av botnfiski enn í 2015. Samanberingin skal tó gerast við ávísum fyrivarni
Meðan fyrst og fremst alilaksur og eisini uppsjóvarfiskur viga mest í føroyska útflutningunum nú, er botnfiskurin, sum eina ferð var álitið, minkaður nógv
 
24.11.2016 - 10:07

Meðan fyrst og fremst alilaksur og eisini uppsjóvarfiskur viga mest í føroyska útflutningunum nú, er botnfiskurin, sum eina ferð var álitið, minkaður nógv.

Sambært tølum um útflutningin til 1. oktober, útfluttu Føroyar botnfisk sum tosk, hýsu og upsa, fyri 836 milliónir krónur, sum eru ein fjórðingur minni enn í fjør. 

SÍ EISINI Minni botnfiskur verður landaður

Tonsini eru meira enn 7.000 færri í ár, 19 prosent færri enn í fjør. Minni toskur og upsi eru útflutt í ár.  Hagstovan ger tó vart við, at okkurt kann vera flutt í bólkin, sum eitur annar fiskur.

1. januar í ár kom nýggj vøruskrá í gildi. Nøkur fiskasløg, sum fyrr vóru skrásett undir egnum navni, verða nú skrásett sum onnur fiskasløg.

Hetta ger, at samanbering millum bólkar má gerast við fyrivarni tvørtur um ársmarkið 2015/16, sigur Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114