Eik yvirmetir kundarnar

Eik yvirmetir kundarnar
Eik banki hevur ov stórt álit á sínum privatu kundum, sigur Fíggjareftirlitið, sum herfyri hevði eftirlit í bankanum
Eik banki heldur kundarnar vera fíggjarliga sterkari enn teir eru, sigur Fíggjareftirlitið, sum í august og september hevði eftirlit í bankanum
 
24.11.2016 - 08:10

Í fleiri førum er kredittstýringin ikki nóg góð. Ratingin er ov bjartskygd, bankin heldur kundarnar vera fíggjarliga sterkari enn teir eru. 

Umsitingin av yvirtrekki í bankanum er ov trek. Tað sigur Fíggjareftirlitið, sum í august og september hevði eftirlit í Eik banka.

Peningur setast av til tap

Fíggjareftirlitið kannaði 32 stór lán, 220 onnur lán, sum blivu tilvildarliga vald, og øll lán, sum tey í nevndini og stjórnini hava. Fíggjareftirlitið kannaði váðan í 44 prosentum av útlánunum hjá Eik.

Fíggjareftirlitið gav Eik boð um at seta av 5,1 millión krónur afturat móti møguligum tapi. Fíggjareftirlitið heftir seg eisini við, at nógv nýggj fólk eru nú í nevndini. 

Hetta hevur við sær førleikamiss hjá nevndini og krevur meira av nevndarformanninum. Bankin er tí biðin um at endurmeta nevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114