Byrja flúgving um hálvt ár

Byrja flúgving um hálvt ár
Fríggjadagin 26. mai næsta ár byrjar skotska flogfelagið Loganair at flúgva millum Aberdeen og Vágar, fær felagið loyvi til tað
Skotska Loganair byrjar føroyaflúgving millum Aberdeen og Vágar 26. mai næsta ár. Flogfarið, ætlanin er at brúka, er eitt Saab 2000, sum tað á myndini her
Mynd: Savnsmynd/Wikimedia Commons  
 
24.11.2016 - 11:16

Ætlanin er at flúgva tvær ferðir um vikuna, fríggjadag og sunnudag, til september. Ferðaseðilin kostar frá 85 pundum, sum eru 735 krónur, annan vegin.

Men tey, sum eru í serligu skotsku avsláttarskipanini Air Discount Scheme, ADS, sleppa til Føroya fyri 520 krónur.

SÍ EISINI Skotar áhugaðir í føroyaflúgving

Flogfarið, eitt Saab 2000 við 50 stólum, byrjar og endar ferðina í Hetlandi. Tað fer úr Sumburgh til Aberdeen og haðani til Vágar.

Loganair flýgur bara um summarið næsta ár, men umhugsar at flúgva til Føroya alt árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Hósdag 1. mai
RagnarRokk:Jerry Prütz um Manifesto
190922
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117