- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tryggari umstøður til ferðafólk
Nógvu ferðafólkini, sum nú koma til Mykinesar, eiga at sleppa trygt í land í oynni.
Sørvágs kommuna hevur skrivað til landsstýrismannin í samferðslumálum og biðið um pengar til atløgusíðu og bakkaverju í Mykinesi.
Atløgusíðan er mett at kosta 1,479 milliónir krónur og bakkaverjan eina millión og 81.000 kr. Brævið er nú í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum, sum viðger uppskotið um fíggjarlóg fyri 2017.
Halda landið skal gjalda
Tá Mykines og Sørvágur løgdu saman í eina kommunu, vóru bygdarráðini bæði samd um at staðfesta serstøðuna hjá Mykinesi sum útoyggj.
Tí eigur landið framvegis at játta pengar til útbyggingar í oynni, heldur Sørvágs kommuna.
Landsverk og Sørvágs kommuna hava tekningar av atløgusíðuni og bakkaverjuni í Mykinesi.