Loyvið verður nú viðgjørt

Loyvið verður nú viðgjørt
SAS, ið byrjar føroyaflúgving í mars, hevur enn ikki fingið loyvi til flúgvingina. Umsóknin er til ummælis í Vinnumálaráðnum
Hóast SAS hevur selt ferðaseðlar til flúgving á føroyaleiðini í ein góðan mánað, hevur flogfelagið ikki enn fingið loyvi at flúgva
 
23.11.2016 - 10:49

Hóast SAS hevur selt ferðaseðlar til Føroya og úr Føroyum nú í ein góðan mánað, hevur flogfelagið ikki enn fingið loyvi at flúgva á føroyaleiðini.

Danski flutningsmálaráðharrin fekk umsóknina eftir at fólk frá SAS høvdu verið í Føroyum og boðað frá, at SAS byrjaði at flúgva millum Keypmannahavn og Føroyar tann 26. mars næsta ár.

Umsóknin er send Vinnumálaráðnum í Føroyum til ummælis. Vinnumálaráðið hevur ikki svarað enn. Danski ráðharrin gevur loyvi eftir tingingar við landsstýrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114