Veiðan heldur fram

Veiðan heldur fram
Kongafiskaveiðan í landnyrðingspartinum í Atlantshavinum heldur fram næsta ár, hóast Ísland vildi hava veiðibann
 
22.11.2016 - 09:14

Kongafiskaveiðan í altjóða sjógvi í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum heldur fram í 2017, hóast Ísland vildi hava veiðibann á Rygginum í 2017 og 2018. Tað sama vil ICES.

Ársfundurin hjá NEAFC var í London í síðstu viku. Kongafiskakvotan í 2017 er 7.500 tons.

Men tað leggur Russland lítið í. Russland hevur ásett sína egnu kvotu, hon er 25.000 tons. Russland viðurkennir ikki stovnsmetingina hjá ICES.

Vilja avmarka fiskiskapin

ES og Danmark mæla til avmarkaðan fiskiskap, tí Russland eigur ikki einsamalt at fiska kongafiskin í altjóða sjógvi á Rygginum millum Føroyar og Íslandi.

Á fundinum í London varð Janet Nørregaard, fulltrúi á Fiskivinnustovuni í Fiskimálaráðnum, vald til varaforseta í NEAFC.

Danmark er limur í NEAFC fyri Føroyar og Grønland. Hini londini eru Ísland, ES, Noreg og Russland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114