Lítil vøkstur í gistingarhúsvinnuni

Lítil vøkstur í gistingarhúsvinnuni
Til 1. oktober í ár var vøksturin í gistingarhúsvinnuni í Føroyum eitt hálvt prosentstig, 700 fleiri gistingar enn í 2015
Vøksturin í gistingarhúsvinnuni er ikki stórur, hálvt prosent. Men í ár gistu fleiri uttan fyri Suðurstreym, og færri í Suðurstreymi.
 
21.11.2016 - 14:53

Til 1. oktober í ár hevði ferðavinnan í Føroyum 139.400 gistingar, 700 fleiri enn í fjør, upplýsir Hagstova Føroya.

Vøksturin er ikki stórur, hálvt prosent. Men í ár gistu fleiri uttan fyri Suðurstreym, og færri í Suðurstreymi.

Ein fjórðingur føroyingar

Gistingarhúsini í Føroyum hava havt fleiri gistingar í ár. Aðrir hættir at gista eru ikki so nógv brúktir í ár sum í fjør. 

Tølini fyri hús, íbúðir, kamping og ból og bita eru 20 prosent minni í ár. Hagstovan hevur tó ikki tøl fyri gistingarmøguleikan, sum eitur "airbnb."

Hagstovan hevur ikki upplýsingar um hesa gisting. Ein fjórðingur teirra, sum gista í Føroyum, eru føroyingar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114