- Tíðindi, mentan og ítróttur
Selja nú ullina aftur
Selja nú ullina aftur
Ullin, ið Búnaðarstovan tók inn í summar, verður nú seld. Fyrsta floks ullin verður seld fyri 50 krónur kilo

Búnaðarstovan tók í summar aftur ímóti ull. Nú verður ullin seld
18.11.2016 - 15:19
Búnaðarstovan fer nú at selja ullina, sum varð savnað inn í summar. Í fyrstu syftu verður ullin seld í leysari vekt, tað er niður í 20 kilo í sekkinum.
Talan verður um tveir flokkar av ull. Fyrsta floks ull i seks náttúrulitum verður seld fyri 50 krónur kilo, og annað floks ull í blandaðum liti verður seld fyri 25 krónur kilo.
Møguleiki er at keypa smærri nøgdir av ull, til 2. desember. Búnaðarstovan sigur, at síðani verður ull boðin út í størri nøgdum. Ull er samfingin og ikki vaskað, men er rein og turr, sigur Búnaðarstovan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV