- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljuprísurin sæst aftur í hagtølunum
Oljuprísurin sæst aftur í hagtølunum
Innflutta oljan í Føroyum kostaði ein fjórðing minni fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár enn somu tíð í fjør
18.11.2016 - 10:07
Føroyingar spara nógvar pengar, nú oljan er bílig. Innflutta oljan kostaði ein fjórðing minni fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár enn somu tíð í fjør.
Talan er um 160 milliónir krónur, sum føroyingar hava goldið minni fyri oljuna. Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya.
Føroyar innfluttu fyri fýra milliardir og 700 milliónir krónur til 1. oktober. Tað eru 225 milliónir krónur, seks prosent, meira enn í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV