- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gera enn eina roynd at hjálpa miðlunum
Sambært nýggja uppskotinum fáa privat tíðindabløð, útvarp, sjónvarp og skrivað tíðindi á netinum árligan stuðul úr landskassanum.
Løgtingið hevur játtað tvær milliónir krónur til miðlastuðul. Skotið verður upp, at ein triðingur av játtanini verður býttur javnt millum allar miðlar, sum søkja.
SÍ EISINI Stuðulin til privatar fjølmiðlar datt burtur
Tveir triðingar verða latnir til rakstrarútreiðslur, í mesta lagi tó 40 prosent til hvønn miðil. Ein miðlastuðulsnevnd skal avgera, hvør fær pengar.
Felagið føroysk miðlafólk skal tilnevna tvey fólk í nevndina, tað sama skulu Fróðskaparsetrið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið gera.
Triðju ferð roynt verður
Formaðurin ella forkvinnan í nevndini skal vera løgfrøðingur. Vinnuhúsið hevur fingið lógaruppskotið og viðmerkingarnar, ið eru drúgv, til hoyringar.
Hetta er triðja royndi at hjálpa privatu fjølmiðlunum. Rigmor Dam gjørdi eitt og undanmaður hennara í Mentamálaráðnum, Bjørn Kalsø, royndi eisini.
Lógin, sum nú er á veg, skal koma í gildi 1. januar næsta ár.