Parkeringstíðirnar í miðbýnum broyttar

Parkeringstíðirnar í miðbýnum broyttar
Nú verða parkeringstíðirnar í miðbýnum í Havn og á Eystaru Bryggju í Havn gjørdar einfaldari. Onkrastaðni kann parkerast tvífalt so leingi
 
15.11.2016 - 08:00

Nú kanst tú seta bilin í 30 minuttir, 2 tímar og 8 tímar. Tað merkir sostatt, at 15 minuttir, 1 tími og 4 tímar fella burtur.

Eftir ætlan skulu allir parkeringsbásar í miðbýnum hava tíðaravmarking, stendur á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Broytingarnar merkja eitt nú, at eitt nú parkeringsøki, sum í dag ikki hevur tíðaravmarking, fær tíðaravmarkingina 8 tímar.

Fyrstu broytingarnar í dag

Parkeringsøkið við Lonirnar í Bókbindaragøtu, sum í dag ikki hevur tíðaravmarking, verður partur av í miðbýnum og fær tíðaravmarkingina 8t.

Handilsgøtur í miðbýnum fara í framtíðini at hava tíðaravmarkingina 30 minuttir. Flestu parkeringspláss, sum ikki eru í handilsgøtum, fara í framtíðini at hava tíðaravmarkingina 2 tímar.

Ongar broytingar verða á stóru parkeringsøkjunum: á Skálatrøð, á Frúutrøð, á Glaðsheyggi og á Bursatanga. Fyrstu broytingarnar verða settar í verk í dag, 15. november 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109