Vil leggja stovnar saman

Vil leggja stovnar saman
Arbeiðseftirlitið og Brunaumsjón Landsins skulu leggjast saman og gerast til ein sjálvstøðugan stovn, sigur landsstýrismaðurin
Arbeiðseftirlitið, sum í løtuni er ein eind hjá Heilsufrøðilugu starvsstovuni, skal leggjast saman við Brunaumsjón landsins, heldur Henrik Old, landsstýrismaður
 
04.11.2016 - 08:34

Í dag er Arbeiðseftirlitið skipað sum ein eind hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, men Henrik Old, landstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, ætlar at skilja Arbeiðseftirlitið frá Heilsufrøðuligu starvstovuni.

Heilsufrøðiliga starvstovan hoyrir undir Vinnumálaráðið, men tá hendan samgongan varð skipað, var lóg um arbeiðsumhvørvi og aðrar lógir um arbeiðsmarknað lagdar í nýstovnaða Samferðslumálaráðið.

Væntar sparingar

Brunaumsjón landsins er undir Fiskimálaráðnum sum er, men Henrik Old ímyndar sær, at Brunaumsjón landsins eisini verður lagt undir Samferðslumálaráðið.

- Vit hava ikki ringar royndir av, at Arbeiðseftirlitið hevur ligið á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, men eg vænti, vit kunnu spara, við at leggja tað saman við Brunaumsjón landsins, sigur Henrik Old.
 
Á Arbeiðseftirlitinum starvast átta fólk, á Brunaumsjón Landsins eru tvey-trý starvsfólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114