Nú kemur fiskivinnutilmælið

Nú kemur fiskivinnutilmælið
Seinnapartin í dag fer nevndin, sum varð sett at gera uppskot um fiskivinnunýskipan, at handa Høgna Hoydal, landsstýrismanni, sítt tilmæli
 
03.10.2016 - 08:03

Ætlanin var, at nevndin handað álitið á ólavsøku, men tað eydnaðist ikki, og hon fekk tveir mánaðir aftrat at arbeiða í. Meginparturin av álitinum er longu almennur.

Eitt nú verður sagt, at ein uppboðssøla av øllum fiskirættindum í senn hevur við sær stórar váðar og ótryggleikar fyri føroysku fiskivinnuna.

Nevndin fer tí at mæla til eina skiftistíð, har bara ein avmarkaður partur av samlaðu fiskirættindunum verður boðin út hvørt ár.

Torført at meta um avleiðingarnar

Nýskipanarnevndin hevur eisini ilt við at meta um avleiðingarnar við einari uppboðssøluskipan, tí hon veit ikki um nakað land, sum lutar øll síni fiskirættindi út á uppboðssølu.

Nýskipanarnevndin hevur nevnt tveir møguleikar: ein leist við uppboðssølu av bæði stutttíðar- og langtíðarrættindinum, og ein leist, har øll rættindini verða seld fyri í mesta lagi eitt ár í senn.

Tá Høgni Hoydal hevur fingið álitið í dag, fer hann undir samráðingar við allar flokkar um eina semju um nýggja fiskivinnunýskipan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114