Nú fæst prísurin at vita

Nú fæst prísurin at vita
Seinnapartin verða tilboðini uppá Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin latin upp. Tá fæst at vita, hvat tunlarnir fara at kosta
Klokkan 14 fæst at vita, hvør samlaði prísurin fyri Eysturoyartunnilin verður. Tilboðini verða latin upp seinnapartin
 
27.09.2016 - 10:34

Í dag verður greitt, hvør skal gera Eysturoyartunnilin og helst eisini Sandoyartunnilin, og hvat endaligi prísurin fyri Føroya størstu verkætlan verður.

Tilboðini verða latin upp klokkan 14 í dag. Tað segði Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum, við Dag & viku mánakvøldið.

Báðir tunlarnir verða gjørdir í somu verkætlan, og prísurin verður umleið tvær milliardir krónur til samans hevur ligið í kortunum.

Eysturoyartunnilin letur eftir ætlan upp í 2019 ella 2020, og landfast verður millum Streymoynna og Sandoynna í 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114