Helgi Dam Ziska er vorðin stórmeistari

Helgi Dam Ziska er vorðin stórmeistari
26 ára gaml Helgi Dam Ziska úr Havn vann í dag talvið á 1. borði móti altjóða meistara í dystinum móti Bolivia á talvolympiaduni í Aserbadsjan
 
12.09.2016 - 17:19

Sigurin ber í sær, at Helgi nú hevur tryggjað sær stórmeistaraheitið sum fyrsti føroyingur nakrantíð. Frammanundan høvdu Føroyar tríggjar altjóða meistarar; hinir eru John Rødgård og John Arni Nilssen. 

At fáa ein føroyskan stórmeistara hevur í nógv ár verið fjarur dreymur hjá Talvsambandi Føroya, men tíðliga var spátt, at Helgi Dam Ziska fór at røkka hesum máli einaferð.

Og tað eydnaðist so í dag - 12. september - sum føroyingar minnast fyri annað ítróttaavrik fyri fleiri árum síðani. 

Hoyr samrøðu við Andrias Ziska, sum er pápi Helga Dam Ziska, her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Andaktin
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066