- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar vunnu í Aserbadjan
Føroyska talv-landsliðið hevur seinnapartin heilt óvæntað vunnið á Bosnia-Herzegovina á talv-olympiaduni í Aserbadsjan. Dysturin endaði 2½-1½ til Føroyar. Helgi Dam Ziska og Sjúrður Thorsteinsson vunnu, John Rødgård telvaði javnt og Jóan Hendrik Andreasen tapti.
Úrslitið er tað besta hjá Føroyum í kappingini higartil. Bosnia, sum er styrkismett nummar 41, hevði mannað seg við trimum stórmeistarum og einum altjóða meistara móti Føroyum. Bosnia-Herzegovina hevur ofta staðið seg væl í millumtjóða talv-kappingum. Í 1994 endaðu tey sum nummar tvey á talv-olympiaduni.
Helgi Dam Ziska vann á 1. borði við svarta fólkinum móti stórmeistaranum Denis Kadric, sum hevur hægri styrki-tal enn Helgi. Helgi Dam Ziska hevur nú 5½ stig av 7 møguligum og er framvegis ósigraður á 1. borði.
Føroyar vóru fyri dystin í dag nummar 68 í røðini av teimum 180 londunum í kappingini, men hava nú tikið seg enn longur fram. Níggjunda umfar verður telvað í morgin. Enn er ikki greitt hvørjum Føroyar tá telva ímóti.
Talv-olympiadan endar týsdagin.