FAG tekur undir við eigarapolitikki

FAG tekur undir við eigarapolitikki
Føroya arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at landið fær ein eigarapolitikk. Tó ikki uttan viðmerkingar
 
03.09.2016 - 14:41

Føroya arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at landið fær sær ein eigarapolitikk, men felagið hevur nógvar viðmerkingar í sínum hoyringarsvari.

Arbeiðsgevarafelagið heldur millum annað, at greitt ábyrgdarbýti eigur at vera millum nevndina í partafeløgunum hjá landinum og landsstýrisfólkið, sum varðar av felagnum.

Ikki skrivast eftir útlendskum reglum

Eigarapolitikkurin eigur at hava tilmæli um fíggjarligar málsetningar, so sum krøv um avkast fyri hvørt felag sær, serliga feløgini, sum kappast við onnur feløg.

Landsstýrið eigur at hugsa um, at feløgini í Føroyum eru minni enn feløg í øðrum londum. Tí eiga reglurnar ikki uttan nakað at verða skrivaðar av eftir útlendskum reglum.

Arbeiðsgevarafelagið mælir eisini til at gera eina einfalda skipan, sum ikki krevur so nógva umsiting. Felagið sigur seg hava fingið at vita, at nøkur almenn partafeløg meta leysliga, at tey noyðast at seta eitt ella tvey fólk afturat, tá eigarapolitikkurin kemur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. mars
RagnarRokk 13.mars 2024
187290
Hósdag 13. mars
Andarblak: Leirkerasmiðurin
189154
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035