Eiga nú Lív

Eiga nú Lív
Ognarfelagið Lív og Partafelagið Fakfelag eiga nú pensjónsfelagið Lív. Fakfeløgini keypa í fyrsta umfari 33 prosent fyri 23 milliónir krónur
 
01.09.2016 - 08:02

Ognarfelagið, sum umboðar allar tryggingartakararnar, fær helvtina av felagnum fyri einki frá landsstýrinum.

P.f. Fakfelag, sum umboðar 17 fakfeløg, keypir hina helvtina frá landnum. Í fyrsta umfari keypa fakfeløgini 33 prosent fyri 23 milliónir krónur.

SÍ EISINI Nú verður Lív latið fakfeløgunum

Men avtalað er eisini, at fakfeløgini seinni, ella í seinasta lagi um 10 ár, skulu keypa 17 prosent aftrat fyri 12 milliónir krónur

Sostatt fær P.f. Fakfelag sína helvt av Lív fyri til samans 35 milliónir krónur. Tær 23 milliónirnar, sum landið nú fær fyri 33 prosent av Lív Holding, ætlar landsstýrið at seta í Búskapargrunnin.

SÍ EISINI Fakfeløgini sleppa nú at keypa Lív

Men tað hevur Løgtingið tó ikki samtykt enn. Stóru andstøðuflokkarnir halda, at pengarnir fyri Lív heldur skulu brúkast til at gjalda skuldina hjá landskassanum niður.

Partafelagið Fakfelag sigur, at íløgan, sum fakfeløgini hava gjørt í Lív, er samhaldsføst, og í partaeigarasáttmálanum er tryggjað, at fakfeløgini skulu ikki hava vinning av íløguni.

Vinningurin skal fara til tey, sum hava pensjónssamansparing í Lív. Ognarskiftið verður á samkomu seinnapartin, tá Poul Michelsen, landsstýrismaður, fer at handa nýggju eigarunum Lív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109