Byggjaríið elt frá byrjanini

bannari
Byggjaríið elt frá byrjanini
Stríð og ósemjur hava frá fyrsta degi merkt arbeiðið at byggja Glasir, nýggja miðnámsskúlan í Marknagili í Havn
Glasir, nýggi skúladepilin í Marknagili, hevur verið eltur av stríði og ósemjum frá fyrsta degi
 
30.08.2016 - 14:15

Aftur at Føroya størsta gerðarættarmáli, hóttir byggiharrin nú við at siga samstarvið við arbeiðstakaran upp, meðan arbeiðtakarin leggur byggiharran undir ódugnasemi

Í gjár boðaði Landsverk frá, at arbeiðstakarin, TG-Verk, als ikki hevur gjørt sína skyldu, tá byggifyritøkan hevur bygt skúladepilin Glasir.

SÍ EISINI Skúlin verður ikki liðugur til tíðina

At fleiri arbeiði mugu gerast umaftur, tí brek og mistøk eru gjørd, og at tekur TG-Verk ikki um endan, verður byggisáttmálin uppsagdur og arbeiðið gjørt liðugt fyri rokning til TG-Verk.

TG-Verk vísir ákoyringunum staðiliga aftur. Meginparturin av arbeiðunum eru liðug. TG-Verk fær ikki gjørt sínar skyldur fyrr enn aðrir arbeiðstakarar fullføra sínar uppgávur.

SÍ EISINI Ónøgd við arbeiðið hjá TG-Verki

Tí er TG-Verk farið at rigga av í Marknagili, segði Høgni Lauritsen við útvarpið í gjár. Samskipanin hjá Landsverki hevur verið so ógreið, at illa hevur borið til at arbeitt eftir ætlan.

Ósemjan í gjár er bara tann seinasta í eini langari røð. Rættiligt stríð er eisini um, hvussu bygningurin skal hitast upp.

Skal tað vera við jarðhita, sum sitandi landsstýriskvinna, rektarin á skúlanum og Umhvørvisstovan vilja ella skal tað vera við fjarhita, sum í fyrsta umfari tykist bíligari og er í samsvari við orkuætlanina hjá Tórshavnar kommunu.

SÍ EISINI Stríð um hitan til Glasir

Løgtingið skal taka endaliga støðu. Eftir øllum at døma verður tað borgarstjórin í Havn og tungan á váskálini hjá smølu samgonguni, Heðin Mortensen, sum sleppur at gera av, hvussu Glasir skal hitast.

Heðin Mortensen er ósamdur við Rigmor Dam, partakvinnu sína í landsstýrinum, og hevur sagt seg hava ilt við at góðtaka eina jarðhitaloysn. Tórshavnar kommuna eigur helvtina av Fjarhitafelagnum, sum fegin vil sleppa framat at hita skúlan.

Fyri einum lítlum ári síðan varð verkætlanin um at kollsigla, tí Landsverk og TG-Verk vóru so ósamd um hvør skal hefta fyri arbeiði og eykaarbeiði millum annað í sambandi við eina roknivillu hjá einum uttanveltaðum verkfrøðingi.

SÍ EISINI Gerðarættarmál hóttir skúladepilin

Tað málið er nú í umbúna at gerast Føroya størsta gerðarættarmál, talan er um einar 40-50 milliónir krónur. Nýggjur skúladepil í Havn varð fyrstu ferð settur á ítøkiliga politiska dagsskrá í 2003.

Upprunaligu verklagslógina fyri Skúladepilin í Markagili skrivaði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í mentamálum, á vári 2008. Tá skuldi skúlin standa liðugur fyri trimum árum síðan, í 2013. Og hann skuldi ikki kosta meiri enn 391 milliónir krónur.

Tá hendi kortini ikki meiri og ikki fyrr enn í 2012 samtykti Løgtingið at fara undir at byggja skúlan, sum tá varð vorðin heilar 120 milliónir dýrari, 515 milliónir krónur. Longu tá hevði nógv stríð verið um prísin og eykajáttanir máttu til.

SÍ EISINI Nú verður spakin settur í

Afturfyri lovaðu allir partar, at tá skúlin byrjaði aftur eftir summarfrítíðina í ár nú vit skriva 2016, skuldi tað vera í nýggjum hølum í Marknagili. Nú hann skuldi verið liðugur, er bygningurin ikki endaliga innilokaður og eingin veit hvussu hann skal hitast upp.

Higartil er Glasir eitt ár afturat seinkaður - og so seint sum í gjárkvøldi boðaði høvðusarbeiðstakarin TG-Verk frá, at skúlin ikki verða liðugur til skúlaársbyrjan næsta ár. Og helst verður hann væl dýrari enn tær játtaðu 515 milliónir.

Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum viðger í løtuni eykajáttanarfyrispurning uppá 13 milliónir til eina hitaloysn, byggiharrin hóttir við at siga samstarvi við arbeiðstakaran upp, arbeiðtakarin leggur byggiharran undir ódugnasemi, og omaná øllum dvalir Føroya størsta gerðarrættarmál.

SÍ EISINI Ivast í bæði tíðar- og kostnaðarætlan

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF