Italia minnist tey deyðu av jarðskjálvtanum

Italia minnist tey deyðu av jarðskjálvtanum
50 milliónir evrur eru settar av at byggja býirnar uppaftur fyri
 
27.08.2016 - 12:49

Í Italia er almennur minningardagur fyri teimum nærum 300, sum doyðu í jarðskjálvtanum í fjallalendinum miðskeiðis í landinum.

Bert í býnum Amatrice doyðu meira enn 200.

Síðani mikukvøldið er eingin funnin á lívi, men hildið verður fram at leita til uppspurt er, hvat vorðið er at teimum, sum ikki eru komin aftur í aftur. 388 fólk hava verið ella eru á sjúkrahúsi fyri skaðar, tey fingu í jarðskjálvtanum.

Forsætisráðharrin vitjar

Matteo Renzi. forsætisráðharri, kemur til býin Arquata, sum var millum teir harðast raktu, har almenn jarðarferð verður hildin.

Samstundis eru raktu landspartarnir settir í undantaksstøðu, og 50 milliónir evrur eru settar av til at byggja býirnar uppaftur fyri.

Jarðskjálvtin var 6,2 stig á Richtertalvuni og rakti trýggjar landspartarnar hundrað kilometrar eystan fyri høvuðsstaðin Rom.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109