Undantaksstøða eftir jarðskjálvta

Undantaksstøða eftir jarðskjálvta
Myndugleikarnir í Italia hava lýst undantaksstøðu í teimum umráðunum, ið vórðu harðast rakt í ógvusliga jarðskjálvtanum mikunáttina
Italsku myndugleikarnir hava lýst undantaksstøðu í teimum býunum, sum vórðu meinast raktir í jarðskjálvtanum mikunáttina
Mynd: AP  
 
26.08.2016 - 09:37

Undantaksstøða er nú lýst í harðast raktu økjunum í Miðitalia eftir jarðskjálvtan mikunáttina. Hann varð máldur til 6,2 á richterstiganum.

Tað hendir eftir jarðskjálvtan, ið mest sum legði onkran bý í Miðitalia í oyði og elvdi til stóran skaða í øðrum býum.

SÍ EISINI Yvirlit: Jarðskjálvtar í Italia seinastu 100 árini

Jarðskjálvtin hevur elvt til so stórar oyðileggingar, at Matteo Renzi, forsætisráðharri, hevur biðið um 365 milliónir krónur í fyribils kreppuhjálp.

Forsætisráðharrin hevur eisini avtikið avgjøld og skatt hjá fólkunum, sum búgva á teimum økjunum í Miðitalia, sum vórðu harðast rakt.

Higartil eru 267 fólk funnin deyð, og 400 eru løstað. Leitað verður framvegis eftir hundraðtals fólkum í húsaleivdunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109