- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vøkstur á íslandsleiðini
Vøkstur á íslandsleiðini
Talið á ferðafólkum, sum sigla við Norrönu til Íslands, er vaksið sjey prosent síðsta árið. Útselt er til síðst í oktober

Fleiri ferðafólk sigla við Norrönu til Íslands. Útselt hevur verið í fleiri mánaðir
Mynd: Savnsmynd/RUV
22.08.2016 - 14:03
Næstan allar ferðirnar hjá Norrönu til Íslands frá apríl í ár hava verið útseldar, og soleiðis er eisini fram til síðst í oktober. Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, fegnast.
- Eg eri væl nøgdur við gongdina. Vøksturin kemur eitt nú av, at evropearar í størri mun leita norðureftir, sigur stjórin í Smyril Line við útvarpið.
Vøksturin á leiðini til Íslands hevur ikki ávirkað talið av ferðafólkum við Norrönu til Føroya nakað serligt sambært stjóranum í Smyril Line.
Tað eru serliga ferðafólk úr Skandinavia, Frankaríki, Niðurlondum og Týsklandi, sum ferðast við Norrönu til Íslands.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV