- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú svarar Trump: Zelenskiy yvirspældi

Fundurin við Zelenskiy miseydnaðist. Tað viðurkennir Donald Trump.
Men hann hevði nógvar atfinningar ímóti ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskiy, tá hann hitti Reuters tíðindastovuna eftir fundin, tá hann var á veg úr Hvítu Húsunum til Florida.
USA tímir ikki at spæla spøl. Vit leita eftir friði og ikki einum 10 ára stríði. Zelenskiy yvirspældi sína hond. Hetta eru nakrar av lýsingunum, sum Donald Trump hevur eftir miseydnaða fundin í Hvítu Húsunum.
Eisini ákærir hann Volodymyr Zelenskiy fyri at ynskja kríggj.
- Zelenskiy vil berjast, berjast, berjast, eru boðini frá Donald Trump.
Tíðindafólkini spurdu Donald Trump, um hann nú fer at skerja hernaðarhjálpina til Ukraina. Til hetta svaraði Donald Trump:
- Tað hevur ongan týdning, hvat eg hugsi um hetta.
Á fundinum í Hvítu Húsunum í dag ákærdi Donald Trump Volodymyr Zelenskiy fyri at birta upp undir triðja heimsbardaga.
Donald Trump sigur nú, at Volodymyr Zelenskiy kann koma aftur, tá hann ynskir frið.
