Svartskygni hongur yvir amerikanska vinnulívinum

Svartskygni hongur yvir amerikanska vinnulívinum
Vónirnar fyri amerikanska vinnulívið eru ikki so bjartar, vísir nýggjasta forsøgnin hjá amerikanska miðbankanum
 
22.07.2016 - 10:41

Indeksið hjá Federal Reserve Bank of Philadelphia fyri treystið hjá amerikanska vinnulívinum í juli mánað er fallið niður á minus 2,9.

Í juni var treystitalið pluss 4,7. Búskaparfrøðingar høvdu - sambært eini meting, Bloomberg News hevur gjørt - væntað, at indeksið fór at liggja um pluss 4,5.

Federal Reserve Bank of Philadelphia er eitt av 12 økjum undir amerikanska miðbankanum, Federal Reserve.

Er indeksið omanfyri 0 er tað tekin um, at meirilutin av fyritøkunum í økinum hava góða vónir fyri framtíðina, skrivar Berlingske Business.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109