Álopið lagt væl til rættis

Álopið lagt væl til rættis
Yvirgangsatsóknin í Nice síðsta hósdag, ið hevur kravt 84 mannalív, var munandi betur løgd til rættis enn higartil hildið
Minst 84 fólk vórðu dripin, tá ein lastbilur koyrdi inn í mannamúgvur hóskvøldið í síðstu viku. Yvirgangsatsóknin varð løgd til rættis leingi frammanundan, sigur ákærumyndugleikin
Mynd: AP  
 
22.07.2016 - 08:34

Gerningsmaðurin, 31 ára gamli Mohamed Lahouaiej Bouhlel, legði álopið til rættis fleiri mánaðir frammanundan. Tað upplýsir franski ákærumyndugleikin.

84 fólk lótu lív, tá Bouhlel við lastbili koyrdi gjøgnum mannamúgvuna, sum var komin saman í sambandi við franska tjóðardagin seinasta hósdag.

SÍ EISINI - Fólk róptu og runnu í allar ættir

Ákærin, Francois Molins, sigur, at í løtuni eru fimm persónar, sum eru undir illgruna, varðhaldsfongslaðir. Teir eru skuldsettir fyri yvirgang, at hava hjálpt Bouhlel.

Telefonin hjá Mohamed Lahouaiej Bouhlel vísti myndir og leitimið, sum vísa, at Bouhlel hevði fyrireikað álopið í Nice síðani 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109