- Tíðindi, mentan og ítróttur
Siga ikki ES farvæl í ár
Tað verður ikki í hesum árinum, at Bretland fer at boða ES frá, at landið fer at taka seg úr ES. Bretlandi tørvar longri skotbrái til at fyrireika framtíðina.
Tað gjørdi nýggi bretski forsætisráðharrin, Theresa May, greitt, tá hon á síni fyrstu uttanlandsferð mikudagin hitti týska samveldiskanslaran, Angelu Merkel.
Tvey ár til at samráðast um framtíðina
Angela Merkel legði dent á, at hon helst sær, at bretar sum skjótast taka avgerðina um at fara úr ES, men legði aftrat, at tað skal gerast við skili.
Eftir at Bretland hevur boðað frá, at grein 50 í Lissabonsáttmálanum fer at virka, hava Bretland og ES tvey ár til at samráðast um framtíðina.
Tá skal Bretland úr ES. Roknað verður við, at spurningurin um, at fólk flyta ímillum londini, verður ein tørførur spurningur at loysa.
Skuldu taka formansskápin um eitt ár
Angela Merkel hevur gjørt greitt, at bretar ikki fáa atgongd til innmarknaðin í ES, um landið samstundis tvíheldur um, at landið sjálvt skal gera av, hvørji fólk úr øðrum ES-londum kunnu koma til Bretlands.
Theresa May gjørdi greitt, at Bretland fer úr ES, tí tað vil fólkið. Hon segði samstundis, at av tí sama tekur Bretland ikki við formansskapinum seinna hálvar í 2017, sum landið átti at gjørt.
Í staðin verður tað Estland, sum fær formansskapin seinna hálvár í 2017. Í dag fer Theresa May til Fraklands at hitta franska forsetan. Umframt Brexit verður eisini yvirgangurin seinastu tíðina á skránni.