IS tikið ábyrgd av yvirgangsatsóknini í Nice

IS tikið ábyrgd av yvirgangsatsóknini í Nice
Tað er tíðindastovan hjá felagskapinum sjálvum, sum boðar frá tí
 
16.07.2016 - 10:42

Yvirgangsfelagskapurin, Islamskur Statur, hevur nú tikið ábyrgdina av yvirgangsatsóknini í Nice í Fraklandi hóskvøldið. 

Annars er nógv virksemi framvegis í Nice, og løgreglan hevur tikið nøkur fólk í samband við kanningararbeiðið.

84 fólk lótu lív, yvir 200 vórðu skadd, harav yvir 50 álvarsliga, tá ein 31 ára gamal maður koyrdi inn í mannamúgvuna sum hátíðarhelt bastiljudagin á strandarvegnum í Nice.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109