Skotland skal takast við upp á ráð

Skotland skal takast við upp á ráð
Tað segði Theresa may, eftir ein fund í Glasgow við skotska fyrstaráðharran, Nicolu Sturgeon
 
16.07.2016 - 10:57

 Áðrenn Ongland fer undir samráðingar við ES, um at landið skal úr europeiska samveldinum, skal Skotland spyrjast.

- Eg fari at lurta eftir øllum møguleikum, og eg ynski at skotska stjórnin verður við í tilgongdini, segði Theresa May eftir fundin.

Hon segði seg ynskja eitt samt Bretland, eftir at bretar á fólkaatkvøðuni gjørdu av at fara úr ES.

Ein greiður meiriluti av skotsku veljarunum atkvøddu hinvegin fyri limaskapi í ES.

Hon gjørdi greitt, at hon ikki fer undir samráðingar við Es, fyrr enn Bretland stendur saman um tað sum skal henda.

Eftir fundin segði Nicola Sturgeon, at hon ikki dugdi at ímynda sær, at bretska stjórnin fer at seta seg ímóti eini nýggjari fólkaatkvøðu í Skotlandi um fullveldi, um tað er tað sum skotar ynskja.

- Eg arbeiði eftir at tað vildi verið fullkomiliga skeivt at royna at forða fyri eini skotskari fólkaatkvøðu um fullveldi, um tað er tað sum fólk í Skotlandi ynskja, segði Sturgeon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109