Dómur fallin í Gadus-málinum

Dómur fallin í Gadus-málinum
Reiðaríið skal gjalda umleið 700.000 krónur tí Gadus ikki brúkti rætta oyðiblaðið at boða myndugleikunum frá, hvussu nógvur fiskur var í lastini
 
21.06.2016 - 08:24

Tað kostaði JFK Troli góðar 700.000 kr., at skiparin á trolaranum Gadus av ósketni ikki brúkti rætta oyðiblaðið at boða norsku myndugleikunum frá, hvussu nógvur fiskur var í lastini, tá Gadus var á veg heim úr Barentshavinum í februar.

Skiparin á Gadus fekk fríggjadagin 30.000 krónur í bót fyri at bróta fráboðanarskylduna í norsku fiskivinnulóggávuni. 30.000 norskar eru 23.800 danskar krónur.

SÍ EISINI Málið um Gadus í rættin

Reiðaríið, JFK Trol í Klaksvík, skal gjalda tveir triðingar av veiðini, Gadus hevði, tá hann varð tikin. Rætturin í Tromsø avgjørdi, at fiskurin er verdur 900.000 norskar krónur, slakar 713.000 danskar.

Sambært dóminum boðaði Gadus ikki norsku myndugleikunum rætt frá millum annað 112 tonsum av toski og 17,3 tonsum av hýsu.

Samanumtikið hevði Gadus góð 140 tons, sum norsku fiskiveiðimyndugleikarnir siga seg einki vita um, tá Gadus ætlaði at sigla heim úr Barentshavinum tann 19. februar í ár.

SÍ EISINI Gadus 1,1 millión krónur í bót

Sambært ákæruvaldinum í Tromsø og Nord-Troms tingrett fiskaði Gadus tey 140 tonsini í fýra dagar, frá 15. til 19. februar. Á rættarfundinum 31. mai játtaði skiparin seg partvís sekan.

Ákæruvaldið kravdi tað, sum svarar til 1,1 millión krónur í okkara pengum, fyri fiskin. Men rætturin sigur, at skiparin var óskettin, tá hann tann 19. februar boðaði frá fiskiskapinum seinastu fýra dagarnar.

Harafturat viðgingu bæði skipari og reiðari alt fyri eitt, at boðað varð frá við skeivum oyðiblaði. Føroyskir fiskiveiðimyndugleikar fingu rætta talið frá trolaranum. Tí skar rætturin í Tromsø okkurt um ein triðing burtur av kravinum um pengar fyri fiskin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. mars
Morgunlestur leygardagur 1. mars 2025
187869
Fríggjadag 28. februar
Vikuskiftið 28 februar 2025
188454
Fríggjadag 28. februar
Breddin: Politiska støðan og snús
188439
Fríggjadag 28. februar
Morgunlestur fríggjadagur 28. februar 2025
187868
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (2:3) - teknmálstulkað
188381