Føroyingar vunnið øðrvísi ítróttakapping í Danmark

Føroyingar vunnið øðrvísi ítróttakapping í Danmark
Tríggir føroyingar, sum vit vanliga seta í samband við frælsan ítrótt, fimleik og kurvabólt, hava vunnið eina øðrvísi ítróttakapping í Danmark
 
11.06.2016 - 10:59

Tey tíðindini ber in.fo. Talan er um kappingina Ninja Warrior, sum verður send á donsku sjónvarpsrásini Kanal 5. Teir tríggir føroyingarnir eru Birita Poulsen, sum vit vanliga seta í samband við fimleik, Øssur Debes Eiriksfoss, sum eisini hevur íðkað fimleik og frælsan ítrótt, og so Janus Jakobsen, sum er føroyameistari í kurvabólti.

Kappingin er skipað sum eitt slag av forðarenning við ógvuliga ymiskum og øðrvísi avbjóðingum. Heimsins harðasta forðabreyt, kalla fólkini handan Ninja Warrior kappingina.

Tilsamans 24 lið vóru við í kappingini, sum føroyska liðið altso vann. Og Ninja Warrior-kappingin við Biritu Poulsen, Øssur Debes Eiriksfoss og Janus Jakobsen verður víst á Kanal 5 í september.

Mynd: Birita, Janus og Øssur í samrøðu við Christiane Schaumburg-Müller, sum er vertur í sendingini (Mynd: Joana Lauritsen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949