- Tíðindi, mentan og ítróttur
Revsilógin herðast: Fyrningarfreistin verður longd
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur sent uppskot um broytingar í revsilógini til hoyringar. Broytingarnar eru í tí partinum í revsilógini, sum eitur kynslig brotsverk.
Talan er um at herða og dagføra lógina. Í galdandi lóg byrjar fyrningarfreistin, tá fólk eru fylt 18 ár. Hetta skal leingjast til fólk eru fylt 21 ár.
Tað fer at gera, at fyrningarfreistin hjá teimum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, tá tey vóru børn ella unglingar, byrjar ikki fyrr enn tey eru fylt 21 ár.
Ættleidd børn somu rættarstøðu
Ein onnur broyting er, at samlega við barn, yngri enn 12 ár, altíð verður at rokna sum neyðtøka. Revsiramman fyri hesi brot, sum er 12 ár, verður tó ikki broytt.
Ætlanin hjá løgmanni er eisini at broyta revsilógina soleiðis, at ættleidd børn fáa somu rættarstøðu sum onnur børn, tá talan er um samlegu millum skyldfólk í fallandi legg.
Revsilógin er ikki dagførd síðani 2009. Broytingarnar í revsilógini skulu koma í gildi 1. januar 2017.