Hendrik Egholm stjóri í sølufelagi hjá Varðanum

Hendrik Egholm stjóri í sølufelagi hjá Varðanum
Hann byrjar í starvinum 1. februar
Hendrik Egholm, stjóri í sølufelagnum, og Bogi Jacobsen, forstjóri í Varðanum.
Mynd: Varðin  
 
22.01.2025 - 08:11

Stjórin í nýggja sølufelagnum hjá Varðanum Pelagic er settur.

Hann eitur Hendrik Egholm, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Varðanum.

Hann var leingi stjóri í Magni og Skeljungi í Íslandi.

Hendrik Egholm hevur eisini verið sølu- og marknaðarstjóri í Smyril Line.

Hendrik Eghom byrjar í nýggja stjórastarvinum tann 1. februar.

Nýggja sølufelagið hjá Varðanum Pelagic søkti eftir stjóra í november í fjør.

Felagið skal selja fisk og fiskaúrdráttir.

Tað skal eisini fáast við marknaðarføring og logistikk. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109