Føroya Banki væntar aftur at hava 300 milliónir í avlopi

Føroya Banki væntar aftur at hava 300 milliónir í avlopi
Tað eru serliga íløgur í virðisbrøv, sum hava roynst betur í 2024 enn væntað, og niðurskrivingarnar hava eisini verið minni
Líkt er til, at Føroya Banki fer at hava líka gott úrslit í fjør sum í 2023.
Mynd: Bjarn Árting Rubeksen  
 
22.01.2025 - 08:25

Føroya Banki væntar, at úrslitið fyri 2024 verður oman fyri 300 milliónir krónur. 

Tað hevur bankin boðað keypsskálanum frá.

Mett verður, at úrslitið fer at liggja millum 302 og 312 milliónir krónur. 

Tað er nakað meira enn mett, tá ið roknskapurin fyri 2023 var kunngjørdur í februar í fjør. 

Tá var sagt, at úrslitið fór at vera millum 250 og 280 milliónir.

Tað eru serliga íløgur í virðisbrøv, sum hava roynst betur enn væntað, og so hava niðurskrivingar av virðum verið minni, enn roknað var við

Føroya Banki væntar tí, at úrslitið fyri 2024 verður áleið tað sama sum í 2023, tá bankin hevði 308 milliónir krónur í avlopi eftir skatt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512