- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitlíki skal brúkast at síggja tekin um demens
Skotskir granskarar arbeiða við at menna eitt vitlíkistól, sum kann brúkast til at síggja fyrstu tekin um minnissvinn, ella demens.
Tað skrivar BBC.
Tólið virkar soleiðis, at tað tekur eina mynd av nethinnuni í eyganum. Og við at brúka vitlíki til at greina blóðæðrarnar í eyganum kunnu granskarar so síggja tekin um sjúkuna, áðrenn nøkur sjúkueyðkenni eru farin at vísa seg.
Blóðæðrarnar í eygunum eru sera smáar og fínar, og tí kunnu tær vísa ymisk sjúkueyðkenni, áðrenn restin av kroppinum ger tað, verður sagt.
Vónin er, at vanligir eygnalæknar skulu kunna brúka nýggja tólið aftrat vanligum eygnakanningum, so tað kann bera til at staðfesta tekin um minnissvinn í góðari tíð.
Sum er finst eingin lekidómur fyri minnissvinn ella demens, men tað ber til at seinka sjúkuni við heilivági, um hon verður staðfest í nóg góðari tíð.
Granskararnir siga seg vóna, at ein prototypa av nýggja vitlíkistólinum verður klár seinni í ár, og at tað fer at bera til hjá optikarum at brúka tað sum í vanligum eygnakanningum longu í 2026.