Skúlastjórin farin at ótolnast

Skúlastjórin farin at ótolnast
Stjórin í Sankta Frans Skúla er farin ótolnast eftir Tórshavnar Býráði í málinum um at lata eina framhaldsdeild upp í skúlanum
 
31.05.2016 - 17:49

- Vil býráðið bjóða næmingum framhaldsdeild í Sankta Frans skúla, má avgerðin takast nú. Tað nyttar lítið at bjóða teimum framhaldsdeild, tá skúlaárið endar um tríggjar vikur.

Tað sigur Selmar Jacobsen, skúlastjóri, í samrøðu við Skúlablaðið. Skúlastjórin vísir á pallborðsfundin í Sankta Frans Skúla fyri tveimum vikum síðani.

SÍ EISINI Góð útlit fyri framhaldsdeild

Tá vóru býráðspolitikarar á einum máli um, at er meiriluti fyri tí í Tórshavnar Býráð so at siga alt fyri eitt, verður skúlabygnaðurin í Tórshavnar Kommunu broyttur.

Tað skal gerast so Sankta Frans Skúli í Havn kann fáa sína framhaldsdeild eftir summarfrítíðina í ár, stendur millum annað í greinini á heimasíðuni hjá skúlablaðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982