Nýggj boð um fyrireikandi rættarfund

Nýggj boð um fyrireikandi rættarfund
Fyrireikandi rættarfundurin um garnaskipið Anitu, ið skuldi vera fríggjadagin, varð av ongum. Nú fær felagið, sum eigur skipið, boð um nýggjan fund
Partafelagið Seta, sum arbeiðir við einum endurgjaldskravi ímóti Løgmansskrivstovuni fyri mist fiskirættindi hjá garnaskipinum, Anitu, fær nú boð um ein fyrireikandi rættarfund aftrat
 
31.05.2016 - 14:07

Partafelagið Seta, sum arbeiðir við einum endurgjaldskravi ímóti Løgmansskrivstovuni fyri mist fiskirættindi hjá garnaskipinum, Anitu, fær nú boð um ein fyrireikandi rættarfund aftrat.

Tað hendir, eftir at sakførarin hjá felagnum hevur boðað rættinum frá, at hann ikki umboðar felagið longur.

Sendir felagið ikki umboð á næsta fyrireikandi rættarfundin, so er sannlíkt, at rætturin fer at vísa málinum frá sær, verður upplýst á Dómaraskrivstovuni.

Endurgjaldskravið verður helst av ongum

Líkt er í løtuni til, at ætlaða endurgjaldskravið, sum partafelagið Seta hevur í umbúna at reisa ímóti Løgmansskrivstovuni, fyri at garnaskipið, Anita, misti síni fiskirættindi, verður av ongum.

Í øllum førum hevur felagið ongan sakførara í løtuni, tí Jens Andrias Vinther, sakførari, sum hevur umboðað felagið, ikki umboðar felagið longur.

Tað boðaði Jens Andrias Vinther rættinum frá í síðstu viku. Fyrireikandi rættarfundur skuldi verða fríggjadagin, men hann var av ongum, tí eingin umboðaði felagið.

SÍ EISINI Ikki heimild at seta siglingarbann

Vanliga mannagongdin er, at felagið nú fær boð um at møta til ein nýggjan fyrireikandi rættarfund, einaferð í summar.

Tað upplýsir Henrik Møller, dómari. Tá kann felagið møta við einum nýggjum sakførara, ella eigararnir kunnu møta.

Møtir eingin á tí rættarfundinum, uttan serliga grundgeving, so kann roknast við, at rætturin fer at vísa málinum frá sær. Higartil er bert boðað frá einum endurgjaldskravi, men endurgjaldskravið er ongantíð latið rættinum.

Løgmaður tók fiskirættindini frá skipinum

Reiðaríið boðaði frá endurgjaldskravi ímóti Løgmansskrivstovuni, eftir at táverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, fyribils tók øll fiskirættindi frá skipinum, eftir at skipið varð tikið fyri ólógliga veiðu.

Eftir at bæði skiparin og reiðarín vórðu dømdir í Føroya rætti, gjørdi Kaj Leo Holm Johannesen av at taka øll rættindi frá skipinum til 31. august í ár. Í fjørheyst var fyrireikandi rættarfundur.

Tá bað rætturin reiðaríið koma við einum fyribils endurgjaldskravi, sum var fyri tíðarskeiðið tá táverandi løgmaður fyribils tók rættindini frá skipinum. Tað skuldi vera í desember í fjør.

SÍ EISINI Vørn: Anita átti at mist loyvi med alla

Einki hendi í desember, og síðani er ikki stórvegis hent í málinum, segði Jens Andrias Vinther, advokatur fyrr í mai. Nakað eftir at loyvini vórðu tikin frá skipinum, varð Anita sigld til Spania, og har liggur hon enn, tí eigararnir kunnu einki gera.

Hann segði, at reiðaríið hevði roynt at fáa skipið í vinnu aðrastaðni, millum annað í Grønlandi, men tað hevur ikki borið til. Roynt hevur eisini verið at selja skipið, men tað hevur heldur ikki borið til, sigur hann.

31. august, fær Anita síni fiskirættindi aftur, og spurningurin er hvat so hendir. Sum skilst so verður málið um endurgjaldskravið neyvan avgreitt í rættinum fyri ta tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoeuropeiska málfamiljan
186600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512