Kunnu ikki vera í løgtinginum

Kunnu ikki vera í løgtinginum
Uppskotið frá Miðflokkinum um, at løgmaður og landsstýrisfólk, sum eru fólkavald, eisini kunnu vera í tinginum, vann ikki frama
 
20.04.2016 - 13:12

Løgtingið hevur felt uppskotið frá Miðflokkinum, um at løgmaður og landsstýrisfólk, sum eru fólkavald, eisini kunnu vera í løgtinginum.

Ein samd rættarnevnd mælti tinginum frá at samtykkja uppskotið, og tá atkvøtt varð við aðru viðgerð í dag, vóru bert tríggjar atkvøður fyri og 21 ímóti.

Uppskotið snúði seg um at broyta stýrisskipanina, men broytingar í stýrisskipanini krevja sera góða fyrireiking, segði rættarnevndin.

Heldur enn bara at taka eina grein burturúr og gera broytingar í henni, eigur øll stýrisskipanin at vera eftirhugd og dagførd. Í teirri viðgerðini kann spurningurin um løgtingssessir og landsstýrissessir takast við, segði nevndin.

Skipanin broytt í 1995

Til 1995, tá stýriskipanin kom, kundu løgmaður og landsstýrisfólk sjálvi velja, um tey søgdu tingsessin frá sær. 

Øll, sum nú eru í landsstýrinum, vórðu vald í løgtingið á valinum í fjør. 

Rættarnevndin vísti á, at vóru tey øll átta eisini í løgtinginum, var landsstýrið ein fjórðingur av løgtinginum.

Hetta hevði havt við sær eina nógv størri arbeiðsbyrðu hjá samgongulimunum, tí helvtin teirra ella stívliga tað kundi ikki vera við í nevndararbeiðinum, segði rættarnevndin í álitinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301