Tingfundurin niðurlagdur

bannari
Tingfundurin niðurlagdur
Formaðurin setti tingfundin klokkan 13:30 og harmaðist um, at uppskot ikki vóru klár at leggja fram
Tingfundurin, sum skuldi uppafturtakast klokkan 13:30, bleiv settur, fyri síðani beinanvegin at verða niðurlagdur aftur
 
15.12.2015 - 13:47

Nógv virksemi er í Løgtinginum í dag, men í løtuni er tað ikki í tingsalinum, at arbeitt verður. Tingfundurin, sum skuldi uppafturtakast klokkan 13:30, bleiv settur, fyri síðani beinanvegin at verða niðurlagdur aftur.

- Formaðurin hevði vónað, at fleiri álit og uppskot vóru klár, men tað eru tey ikki. Tí verður fundurin niðurlagdur nú og uppafturtikin klokkan 15:30, segði Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, fyri einum næstan tómum tingsali.

Stóra málið í dag er ósemjan í samgonguni um royndaruppboðssøluna. Javnaðarflokkurin er í tvíningum um uppskotið, og løgmaður hevur ikki fingið flokkin at hava sama stev sum hann sjálvur og restin av samgonguni.

SÍ EISINI Viðgera nú ósemju um uppboðssøluna

Aksel V. Johannesen hevur sagt, at hann vil hava uppskotið um uppboðssølu fyri Løgtingið í dag, men mangt bendir á, at hon verður skerd. Og so er spurningurin, hvat hinir flokkarnir í samgonguni, Tjóðveldi og Framsókn, siga til tað.

Hetta skal greiða fáast á nú, og helst fyri klokkan 15:30 í dag, so samgongan kann leggja sítt uppskot fram.

Aðrar røddir - eisini í Javnaðarflokkinum - hava í dag borið fram, at uppboðssølan ikki bara eigur at verða skerd, men eigur at bíða, til fiskivinnunýskipanin er klár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109