58 tilburðir av mótstøðuførum bakterium

58 tilburðir av mótstøðuførum bakterium
Seinasta hálva árið, frá hálvum apríl til í dag, eru skrásettir 58 tilburðir av mótstøðuførum bakterium á Landssjúkrahúsinum
Í miðal eru fýra sjúklingar við mótstøðuførum bakterium innlagdir í senn á Landssjúkrahúsinum seinasta hálva árið
 
11.12.2015 - 09:13

Í miðal eru fýra sjúklingar við mótstøðuførum bakterium innlagdir í senn. Allir sjúklingar, sum hava VRE, sum er multimótstøðufør bakteria, verða avbyrgdir. Ein sjúklingur hevði blóðsótt.

Hildið verður, at 26 av teimum 58 tilburðunum kanska eru íkomnir í sjúkrahúsum í Danmark. Tað upplýsir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til Fíggjarnevndina hjá løgtinginum.

Útbygging økir um váðan

Landsstýriskvinnan sigur eisini, at útsetta byggingin við Landssjúkrahúsið økir váðan fyri, at mótstøðuførar bakteriur breiða seg. Landsstýrið hevur avgjørt, at íløgan til útbyggingina næsta ár minkar úr 60 niður í 25 mió. kr.

Bygningurin verður tí liðugur síðst í 2019 og ikki, sum ætlað, 23.februar í 2019. Hetta ger, sigur landsstýriskvinnan, at medisinsku seingjardeildirnar framhaldandi vera ov trongar, og fleiri sjúklingar fara at liggja í hvørjum rúmi.

Tað økir smittuvandan og váðan fyri, at mótstøðuførar, resistentar, bakteriur breiða seg. Eisini fara karmarnir hjá sálarsjúkum sjúklingum og viðgerðin at vera heilt ótíðarhóskandi í longri tíð enn ætlað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948