Allar kvotur eiga at vera eginkvotur

Allar kvotur eiga at vera eginkvotur
Greiður lykil at býta kvoturnar eftir eigur at vera, so skipabólkarnir vita frá ári til árs, hvussu nógv teir eiga, heldur Fiskivinnuráðið
Tað eigur at vera ein greiður lykil at býta kvoturnar eftir, heldur Fiskivinnuráðið, so skipabólkarnir vita frá ári til árs, hvussu nógv teir eiga
 
12.11.2015 - 09:56

Fiskivinnuráðið minti í gjár Fiskimálaráðið um tað, sum Fiskivinnuráðið segði beint fyri jól í fjør um ætlaðu nýskipanina í fiskivinnuni. Fiskivinnuráðið heldur ikki so nógv um uppboðssølur, soleiðis sum tær verða umrøddar í Føroyum.

Tær hava, sigur Fiskivinnuráðið, eitt einoygt fokus á almennar inntøkur, men einki verður sagt um, hvussu skipanin fer at ávirka vinnuligan bygnað.

Heldur einki verður sagt um møguliga neiliga ávirkan, til dømis bíliga arbeiðsmegi, bílig skip og, at pengar verða tiknir úr vinnuni. Sera umráðandi er, at reiðaríini alla tíðina vita, hvørji loyvi og rættindi, tey hava.

Kann føra til óhepnar støður

Fiskivinnuráðið viðgjørdi á fundinum eina viku fyri jól í fjør kunngerðir, har býtið millum skipabólkar er øðrvísi í 2015 enn tað var í 2014, - tá tað var eitt annað enn í 2013.

Uttan haldgóðar grundgevingar førir hetta til óhepnar støður, har gitt verður um, hvør nú hevur verið sterkastur at trýsta sín vilja ígjøgnum, hvør hevur verið oftast á gátt í Fiskimálaráðnum, ringt til landsstýrismannin og so framvegis.

Vit hava langt eftir á mál, segði Fiskivinnuráðið fyri sløkum ári síðani og endurtók tað í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Andaktin
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066